Treytir
Handilstreytir
Umbýtingarrættur
Vøran kann umbýtast innan 12 dagar saman við kvittan, um hon er í sama standi sum tá hon varð keypt. Tú hevur møguleikan at fáa endurgoldið upphæddina.
Um vøran er keypt á nethandilinum, kanst tú gera hettar við at senda pakkan aftur ella við at koma forbí í Nice á Hálsi við vøruni. Sendur tú vøruna vilja vit heita á teg at boða okkum frá á teldupost nethandil@nice.fo
Peningurin verður fluttur aftur á tína konto fyrst komandi bankadag. Endurgjald er bert fyri vøruna og ikki møguligt postgjald.
Er vøran niðursett er ongin umbýtingarrættur ella endurgjald.
Til jólar eru serligar umbýtingartreytir, hesar síggjast á umbýtingarmerkinum.
Fyrivarni verður tikið fyri feilum
Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum.
Útbering
Pakkar vera sendir út við Posta, og senda vit kring landið alt.
Við keyp yvir 500kr verður vøran send fraktfrítt. Fyri vørur undir 500kr er kostnaðurin fyri útbering 59kr.
Reklamatión
Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda okkum pakkan aftur. Umframt hetta heita vit á teg um at ringja, ella senda ein teldupost og boða frá: nethandil@nice.fo Tú kanst eisini koma í handil okkara við vøruni.
Tú avheldur allan flutningskostnað fyri at lata senda vøruna innaftur.
Vøruflutningur
Ynskir tú at lata tína vøru innaftur, skalt tú senda hana til:
Nice á Hálsi
Smyrilsvegur 7
100 Tórshavn
Tú avheldur allan flutningskostnað fyri at lata vøruna innaftur. Postgjald verður ikki endurgoldið. Um tú fært eina vøru endurgoldna, verður postgjaldið frádrigið